Leitar tú eftir íblástri til ljóskeldur?
Tá ið tað ræður um ljós og ljóskeldur heima við hús, eru fleiri atlit at taka og sum eru avgerandi fyri hvussu tað kennist at vera í rúmunum. Saknar tú íblástur og góð ráð, ber til at leita her og finna hvussu tú skapar rætta huglagið, við ymiskum sløgum av ljósi og ljóskeldum.
Ljóskeldur skapa rætta huglagið
Meira enn bara lampur
Tá ið vit innrætta okkum heimið, gloyma vit ofta at hugsa um ljós og ljóskeldur. Ljósið hevur ikki bara ávirkan á, hvussu rúmini síggja út. Ljósið er avgerandi fyri hvussuøll húsini upplivast. Skal heimið vera hugnaligt ella nýmótans, køli ella lýtt? Rætta ljósið kann geva júst tað huglagið, ið tú ynskir tær. Men tað krevur, at tú frá byrjan hugsar um hvussu ljósið samvirkar við innbúgvið. Ljós er ikki bara praktiskt, men so sanniliga eisini eitt estetiskt amboð, ið kann goyma ella varpa ljós á økir ella hugnaligar krókar.