This is custom heading element
Hábeð skapa nógvar møguleikar í garðinum, og kunnu samstundis vera loysnin til nógvar trupulleikar. Hábeð eru frálík til at deila garðin upp í partar, skapa góð gróðralíkindi til grønmeti og blómur, og geva garðinum eina einfalda og ruddiliga útsjónd.
Her hava vit savnað nøkur dømi til íblástur um, hvussu tú kanst nýta hábeð í garðinum.
Hábeð eru meira og meira eftirspurd
Við hábeðum er garðurin lættur at halda. Hann sær heilt einfalt snøggur og ruddiligur út! Hábeð lyfta planturnar upp, so tær taka seg út á bestan hátt. Hendan sama hæddin er eisini ein avbjóðing fyri ókrút, og tí kanst tú heldur nýta tíðina til at njóta havan, enn at lúka. Fyrimunirnir við hábeði eru nógvir!
Hábeð sum nátúrligir rúmdeilarar í garðinum
Verður garðurin eisini brúktur sum leikvøllur hjá børnum, eru hábeð ein góð verja móti bóltspæli. Tá blómur og plantur annars koma upp í hæddina, fáa tær frið. Hábeð eru nátúrligir rúmdeilarar í garðinum, tú kanst eitt nú seta tey millum terassuna og grasplenuna. Soleiðis hjálpa tey eitt nú børnum at skilja, hvar í garðinum vit spæla og hvar vit slappa av og eta.
Hábeð skulu standa soleiðis, at tey fáa nógva sól og gjarna á einum opnum stað. Minst til at vatna væl, tá turt er.