HARO parkett – Fá náttúruna inn í heimið.
Heitt, náttúrligt og haldført – tað skapar eitt hugnaligt heim.
Fyrimunirnir við hágóðskuparkett
- Parkettgólk hava langa livitíð og økja um virðið á rúminum.
- Uttan mun til um talan er um oljuviðgjørt ella lakerað parkett, eru tey løtt at røkja og við tíðini verða tey enn vakrari.
- Træ andar og livir við luftvætu og ger tilfarið sera væl hóskandi til fólk við ovurviðkvæmi
- HARO parkettgólv kunnu umvælast: Til ber at pussa, viðgera við olju ella lakkera av nýggjum.
- HARO parkettgólv verða framleidd úr burðardyggum timbri
Laminat
Laminat: Alt tær tørvar at vita um fjølbroytta gólvið
Harðført og lætt at leggja. Fyrsta floks laminat, við mynstrum, ið gera tínar fýra veggir til eitt paradís.
Tá býlið næstan rópar eftir at verða umvælt og tú hevur hug at gera nakað við málið, er laminat heilt vist rætta valið. Takkað verið nýmótans tøkni, sæst næstan ikki munur á parkett og laminat.
Laminat er sera harðført og lætt at røkja. At leggja sjálvt gólvið er leikandi lætt.
Designgólv Disano
Heilsugóða alternativið til vinylgólv
Einki PVC og onnur skaðilig evni – eitt gólv til alla familjuna
Dáma tær serstaku og líggju útsjóndina á træi? Leitar tú eftir einum heilsugóðum gólvi uttan skaðilig evni og sum er lætt at røkja og lætt at leggja? Disano lýkur allar treytir. Í mun til vinyl innihalda HARO designgólv hvørki PVC ella onnur skaðilig evni. Tær nýtist ikki at ivast um heilsuna hjá børnunum, tá tey spæla á gólvinum. Umframt meinlíkt at líkjast træi, kennist tað væl at ganga á teimum. Sjálvandi kunnu DISANO leggjast á baðirúmið, køkin og á trappurnar. Vatnføstu sløgini Saphir og Project og SmartAqua og Classic Aqua, ið eru mótstøðufør móti fukti, hóska til at leggja á í vátrúmum. Við klikk-legging er áleggingin eingin avbjóðing.